Tiltøk

Skeið í persónligari menning: Menn teg!

Menn T, sum er ein bólkur av 6 kvinnum, sum lesa til Gestalt Psykoterapeut, seinasta part, bjóða framm eitt skeið í persónligari menning, um nóg nógv tekna seg.

Skeiði er uppdeilt í 4 modulir í vikuskiftum.
Fríggjadag: 18.00-21.00
Leygardag: 09.00-17.00
Sunnudag: 09.00-17.00

Kostnaður er 8.000 kr fyri privatpersónar og 12.000 kr fyri fyritøkur.
Til ber at deila gjaldi upp í 4, sum vera goldin árenn hvørt moduli!

Stað:  Gestaltdepilin
Tórsgøta 17, 100 Tórshavn

Her kanst tú taka niður Menn-t faldaran.

Um tú ynskir at hoyra meiri um hetta, kanst tú ringja ella skriva til mín.