Um meg
Eg eri Kliniskur Gestalt Psykoterapeutur á GIS-International frá 2013 og havi hollar royndir innan terapi og coaching, ið eg bjóði til einstaklingar, pør og bólkar.
Eg kann m.a. bjóða:
• Virkisráðgeving
• Persónliga menning
• Coaching
• Ósemjuloysan
• Terapi
• Kreppuhjálp
• Parterapi
Umframt ráðgeving og terapi fyri:
• Bólkar
• Foreldur
• Kvinnur og menn
• Børn og ung
Eg arbeiði sjálvstøðugt og saman við øðrum Gestalt terapeutum. Alt arbeiði er undir fakligari supervisión.
Eg eri fødd í 1975 og bleiv útbúgvin heilsurøktari í Keypmannahavn í 1999.
Eg havi ein son sum er føddur í 2002.
Eftir lokna útbúgving og fram til eg flutti til Føroyar í 2004, hevði eg starv á einum stovni við vardum íbúðum í Keypmannahavn. Síðan havi eg starvast í Stuðulstænastuni undir Nærverkinum, í einum sertoymið fyri sálarsjúk.
