Orði Gestalt er týskt og merkir skap.

Í Gestaltterapi verður tað nýtt í samband við at menniskjan hevur tørv á at skapa heildir, eisini kalla Gestaltir. Menniskja hevur tørv á at avslutta “gestalta” ymsar støður og soleiðis fáa nýggjar valmøguleikar.

Hvat er Gestalt?

•    Filosofi og menningarháttur
•    At taka ábyrgd av egnum lívið
•    Terapiháttur, sum tekur støði í nú’inum
•    Kontakt
•    Samskiftið

Gestaltterapi

Sum Gestalt terapeutur arbeiðir tú við menniskjum, sum hava tørv á/ynskja kreppuhjálp, terapi, persónliga menning og coaching.

Við Gestaltiskum háttum arbeiðir terapeuturin við einari sunnari blanding av konfrontatónum og stuðli – sum passar tørvinum hjá tí einkulta klientinum. Gestaltterapiin er definera og ment í 1940´num av Fritz Perls.
Hann var inspireraður av Psykoanalysuni, Psykodrama, Gestaltpsykologi, Kropsorientera psykoterapi, eksistentialismu, Fænomenologi og Eysligari filosofi.